Droymdi heitið

Nýggja fløgan hjá Lenu Anderssen eitur Let Your Scars Dance, hetta heitið kom til Lenu í dreymi. Setningurin kom til hana í dreymi, og tá hon vaknaði, royndi hon at googla tað, og á Google fanst ongin setningur, ið ljóðaði júst so.

 

- Eg tók tað sum tekin um, at fløgan skuldi hava hetta heitið, sigur Lena, sum við ?Let Your Scars Dance? eisini hevur skrivað eitt slag av føroyskari tónleikasøgu. Hon er nevniliga fyrsti føroyski artisturin, ið hevur spælt inn tónleik í heimskendu Abbey Road Studio 2 í London.