Fá duga at hugtaka børn ? og vaksin við ? sum tónleikararnir og søguforteljarnir Búi Dam og Dánjal á Neystabø Um ólavsøkuna hava Búi og Dánjal havt fýra sýningar í Perluni. Tær hava allar so at siga kjokkfullar. Í ein tíma undirhalda teir saman við Rógva á Rógvu við bæði sangi og søgum. Ein av teimum kendastu songunum frá ævintýrferðini er Grækaris Grashøvd.
Børnini sótu músastill og hugdu eftir teimum dugnaligu, musikalsku og eitt sindur løgnu søguforteljarunum. Undirritaði kundi ikki annað enn at droyma seg inn í teirra fantastisku ævintýrferð.