Droyma um betri ferðasamband

– Tað er okkara vón, at Norrøna aftur fer at leggja leiðina til Lerwick á sumri, og at Atlantic Airways aftur fer at taka Hetland uppí rutu sína um summarið millum Føroyar og London sigur Sandy Cluness, formaður í Hetlendska Oyggjaráðnum.

Oljuvinnan hevur skapt nógvar inntøkur til hetlendska samfelagið, sum aftur eru brúktar til at menna aðrar vinnur. Tað var m.a. partur av hesum inntøkum, sum vóru grundarlagið undir íløgum í Smyril Line og sum bráddliga bygdi brýr millum oyggjabólkarnar báðar. Men kuril kom í samstarvið nøkur ár herfyri, men hetta hevur so ikki sett kílar í samvinnuna millum londini. Sandy Cluness skilur væl, at tað var ikki lætt at varðveita føstu rutuna, tí m.a. so fáir hetlendingar gjørdu brúk av henni - og rutan harvið ikki gav nokk til fyritøkuna.

-Vit eiga framvegis ein lítlan lut í felagnum og ynskja tað besta fyri Smyril Line. Vónandi verður tó møguligt hjá Norrønu í framtíðini eisini at leggja at í Hetlandi. Sum er siglir skipið oftani tætt framvið og hevði tað verið gott, um skipið legði at í Lerwick um summarið, tá hetlendingar kundu hugsað sær at farið til Danmarkar ella til Føroya.

Tað var eisini tann tíð, tá Atlantic Airways legði leiðina til Hetlands á rutuni millum Vágar og London. Vónandi verður henda flúgvingin uppafturtikin ein dag sigur Sandy Cluness. Nógva virksemið í Hetlandi komandi árini eitt nú í sambandi við útbyggingar í olju- og gassvinnuni átti eisini at verið gott grundarlag hjá Atlantic Airways at tikið Hetland uppí aftur rutuna millum Føroyar og Bretland.

Hetlendingar hava síðani annan heimsbardaga havt rættiliga tætt samband við Norra.
Tvær ferðir um vikuna um summarið verður flogið millum Norra og Hetland. Hetta ikki minst fyri at nøkta flutningin av arbeiðsfólki, nú norðmenn eiga nógv í hetlendsku alivinnuni. Annars er ferðasambandið bæði sjó- og serstakliga loftvegis millum Hetland og Aberdeen fleiri ferðir um dagin.