Droyma søtar dreymar á Argjum

Tríggir ella fýra lyklaspælarar kunnu ikki hjálpa EB/Streymi, tá ið sundalagsmenn fara at vita á Argjum seinnapartin AB er á niðurflytingarplássi. Men gongdin seinastu vikurnar hevur bent á, at Oddbjørn Joensen og hansara menn fara at vinna stig og ivaleyst eisini sigrar. Síðsta sunnudag tapti AB tepurt 2-1 í Runavík, og fyri tveimum vikum síðani megnaði AB 2-2 á heimavølli ímóti HB.

Í dag vitjar oddaliðið EB/Streymur á Argjum, og tað kann væl hugsast, at møguleikarnir hjá AB eru størri, enn støðutalvan leggur upp til.

Allir argjamenninir eru tøkir. Eisini Jákup Martin Joensen, gamli EB/Streyma maðurin, sum noyddist av vøllinum í Runavík fyri einari viku síðani.

Í EB/Streymi er verri vorðið, tí har eru allir teir, sum hava verið tyngdin í álopspartinum, burturi. Umframt Arnbjørn Hansen, sum hevur spælt lítið og einki í ár, er Sorin Anghel skaddur. Hans Pauli Samuelsen er leikbannaður eftir útvísingina í steypadystinum ímóti ÍF hósdagin, og tað er ivasamt, um miðvallarin Bárður Olsen verður førur fyri at spæla.

Bæði AB og EB/Streymur spældu steypadyst hósdagin. AB tapti 4-0 í Gundadali ímóti HB. EB/Streymur spældi 120 minuttir og luttók í brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at teir høvdu vunnið á ÍF, sum í vanligari leiktíð megnaði 3-3 og eftir longda leiktíð 4-4 í Streymnesi.