Drotningin vitjar í Kunoy

Drotningahjúnini eru í dag á vitjan í Norðoyggjum. Beint áðrenn kl. 9 í morgun legði Dannebrog við bryggju í Klaksvík, har almenn móttøka var.

Síðani gekk leiðin til Kunoyar, har tey fyrst heilsaðu uppá bygdaráðið í Kunoyar kommunu við John Damberg á odda. Eftir móttøkuna vitjaðu tey ta gomlu, men ístandsettu mylluna í Myllá, áðrenn vakra viðarlundin skuldi vitjast, har prinsgemalurin plantaði eitt træ.

Fyrrapartin verður eisini vitjað í Klaksvík - á Føroya Bjór, Húsarhaldsskúlin, Draganum og Fornminnissavninum.

Á leiðini aftur til Havnar verður steðgað á fyri at skoða ?listarverkið? í Norðoyatunlinum.