Kongaliga vitjanin hjá hennara hátign, Margretu, drotning, heldur á í dag og í dag stendur høvuðsstaðurin á skrá.
Kongaskipið Dannebrog leggur at bryggju í Vágsbotni klokkan 10.00. Har taka løgmaður, borgarstjórin og ríkisumboðið í móti henni, og Havnar Hornorkestur spælir undir leiðslu av Ova Olsen.
Haðani liggur leiðin hjá drotningini út í Tinganes, har hon fær høvi at heilsa upp á Landsstýrið.
Klokkan 11 spákar fylgi niðan í Løgtintið, har Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tekur í móti hennara hátign og vísir henni runt á arbeiðsplássi sínum. Hon heilsar eisini upp á formansskapin í Løgtinginum, Jonhard Klettheyggj, stjóra á løgtingsskrivstovuni, og aðrar løgtingslimir.
Á miðdegi liggur leiðin oman í trappuna í Vágsbotni, har hon vitjar Tórshavnar Býráð. Seinnapartin vitjar hon Reinsaríið, Öström og Steinprent, og síðani fer hon út á Boðanesheimið.
Dagurin í dag endar við døgurða fyri innbodnum gestum í Norðurlandahúsinum, sum Aksel V. Johannesen skipar fyri.