Hennara Hátign Margreta Drotning takkar føroyska fólkinum. Tað skrivar Ríkisumboðsmaðurin í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag.
Kongshúsið hevur sent Ríkisumboðnum bræv við tøkk til tað føroyska fólkið fyri samkensluheilsanirnar í sambandi við andlátið av Hendriki Prinsi.
Í brævinum verður sagt, at "Hendes Majestæt Dronningen sender sin dybtfølte tak for den smukke kondolencebog fra det færøske folk, som Dronningen har modtaget i anledningen af Prins Henriks død."