Gravmælið hjá Margretu, drotning, hvílir á trimum súlum. Ein teirra er úr føroyskum basalti. Hóast hon framvegis livir væl, er gravmæli longu sett upp í kapellinum hjá skt. Birgittu í dómkirkjuni í Roskilde.
Tað er Bjørn Nørgaard, myndahøggari, ið hevur tilevnað gravmæli, sum eitur Sarkofag.
Listaverkið ímyndar virksemi hjá drotningini og Heindriki, prinsi, seinastu 50 árini. At prinsurin so, eftir egnum ynski, ikki ynskti at jarðast í dómkirkjuni, hevur ikki broytt arbeiðið við listaverkinum, skrivar Kongahúsið.
Sokkulin er gjørdur úr sandgrýti úr Fraklandi, meðan teir tríggar súlurnar, sum bera líkkistuni, eru gjørdir ein úr donskum granitti, ein úr føroyskum basalti og ein úr grønlendskum marmori. Fílahøvdini á súlunum eru stoypt í silvuri.
Líkkistan sjálv er úr glasi, og í einum opi inni í glasinum liggja tvey sandblást skapilsi, sum ímynda Margretu, drotning, og Heindrik, prins. Oman á líkkistuni eru so líkingar, skjøldur og tekin í gyltari bronsu.
Drotningin sjálv verður gravarløgd í einum gravarhválvi undir gravarmælinum.
Gravarmælið verður ikki alment sýnt fram, fyrr enn eftir deyða hennara hátign og tí hevur Bjørn Nørgaard eisini tilevnað okkurt, ið fjalir gravarmælið til tað tí, so at fólk kunnu nýta kirkjuna sum vant. Ein minni útgáva av gravarmælinum verður sýnd fram í dómkirkjuni.