Drotningin seksti ár

KONGSHÚSIÐ. Í morgin verður drotningin hjá føroyingum seksti ár, og nógv verður gjørt burtur úr degnum í Danmark

Í morgin verður Drotning Margrehta II seksti ár, og nógv verður gjørt burtur úr degnum í Danmark.

Upphitingin til stóra dagin hevur verið long, og eisini føroyska sjónvarpið hevur onkur sending verið at sæð við drotningini.

Og bæði í ÚF og SvF, kunnu føroyingar fylgja við føðingardegnum hjá royala yvirhøvdinum, um teir ætla tað. Longu sunnumorgunin kl. 9.45 ? tað er eit tíð, tá SvF bara plagar at tendra skíggjan fyri Formel 1 koyring ? fer SvF undir at samsenda við danska sjónvarpið.

Sent verður millum annað frá gudstænastu í Christiansborg Slottkirkju, og meginpartin av sunnudegnum eru ymsar sendingar við drotningini á skránni.

Longu leygarkvøldið byrjar hátíðarhaldið í SvF, tá sent verður frá einum tíðindafundi við Margrethu.

Í skránni hjá ÚF eru eisini fleiri sendingar frá føðingardegnum á skránni.


Skal vera drotning hjá

føroyska fullveldinum

Drotningin, sum eisini er drotning hjá føroyingum, hevur verið royalt yvirhøvd síðani 15. januar 1972, tá hon tók við eftir pápa sín, Fríðrik tann 9.

Margretha drotning hevur vitjað í Føroyum umleið fimta hvør ár síðani.

Seinasta ferðin hjá Margrethu til Føroya var í 1995, og í summar kemur hon á stutta vitjan í sambandi við at 1000 ára haldið fyri kristnanini av Føroyum

Sjálvstýrissamgongan, sum ætlar at fáa fullveldið, hevur ongar ætlanir at siga Margrethu drotning upp. Í sáttmálauppskotinum, sum landsstýrið legði fyri donsku stjórnina, verður skotið upp, at danski monarkurin framhaldandi verður drotning ella kongur hjá føroyingum.