Drotningin má víkja

Danski kirkjumálaráðharrin staðfesti fríggjadagin, at drotningin ikki kann vera yvirhøvd í føroysku fólkakirkjuni eftir yvirtøkuna

Føroyska fólkakirkjan verður framvegis evangelisk-luthersk, um Føroya Løgting samtykkir at yvirtaka hana á ólavsøku í ár. Hetta stendur í uppskotinum, sum nú er til
løgtingslóg um Fólkakirkjuna í Føroyum. Mentamálaráðharrin metir, at vit enn eru bundin av donsku grundlógini, ið ásetur kirkjunnar læru, hóast hann ikki vil vera við, at landsstýrið hevur bundið seg til nakað í samráðingunum við donsku stjórnina
Á tíðindafundinum á Norðurbryggjuni fríggjadagin, vildi danski kirkjumálaráðharrin, Bertel Haarder, ikki svara beinleiðis uppá, um føroyskir myndugleikar hava bundið seg til, at føroyska kirkjan skal vera evangelisk-luthersk.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur tó, at føroyskir myndugleikar ikki hava bundið seg beinleiðis til nakað, men at hetta er »undirforstaðið«, sum hann tekur til, tí allir flokkar eru samdir um hetta.
- Tað er heilt greitt, at vit yvirtaka kirkjuna í verandi bygnaði, sigur landsstýrismaðurin.
Harafturat leggur hann afturat, danska grundlógin enn er galdandi fyri Føroyar, har tað í grein 4 verður staðfest, at kirkjunnar læra skal vera evangelisk-luthersk.
Spurdur um danski kirkjumálaráðharrin metir, at Føroyar enn verða bundnar av hesi grein í donsku grundlógini, sigur Bertel Haarder:
- Det er vi enige om.
- Det ligger i lovforslaget.
- Man kan sige det på den måde, at den luthersk-evangeliske kirkes indhold vil være det samme, for den er jo lige så færøsk, som den er dansk.
Drotningin kann tó ikki vera yvirhøvd í føroysku fólkakirkjuni, staðfestir danski kirkjumálaráðharrin.
Bertel Haarder sigur, at hann einki hevði havt ímóti, at danska drotningin var yvirhøvd í føroysku kirkjuni, men av tí at ein ráðharri altíð skal skrivað undir vegna danska statin, tá lógir skulu staðfestast, ber hetta ikki til sambært donsku grundlógini.