Drotningin kemur til Føroya í summar

Í nýggjársrøðuni segði Margretha drotning, at hon kemur á vitjan í Føroyum í summar

Margretha drotning hevur fyri løtu síðani hildið árligu nýggjársrøðuna.

Hon nýtti sum vanligt eisini at senda heilsanir til Føroyar og Grønland.

Um Føroyar segði hon:

“Det forgangne år har ikke været noget dårligt år for Færøerne. Det skorter ikke på initiativ og gå-på-mod blandt færingerne. De kender de vilkår, naturen byder dem, og man har godt fat om de udfordringer, som det internationale samfund betinger. “


Og so rundaði hon heilsanina til Føroyar av við at siga, at hon og prinsgemalurin fara at vitja í Føroyum og Grønlandi í summar.