Margretha drotning dugir at mála, og hennara listarverk verða seld fyri nógvar pengar. Í farnu viku vóru tveir vatnlitsmálningar hjá drotningini seldir á uppboðssølu fyri 82.000 krónur stykkið. Málningarnir vóru mettir til 12.000 krónur frammanundan. Seljarin var ein privatpersónur, sum hevði fingið málningarnar sum gávu.










