Føroyska Ann Andreasen, sum er leiðari á barnaheiminum í Uummannaq í Grønlandi, hevur fingið Ebbe Munck virðislønina.
– Tað er mær ein stór gleði at virðismeta tað stóra arebeiði og átak, sum verður gjørt fyri børn, sum tørva hjálp, umsorgan og hita, segði Margreta drotning, tá hon mikudagin handaði Ann Andreasen virðisløn Ebbe Munck upp á 50.000 krónur.
Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.
Samstundis takkaði drotningin fyri vitjanina á heiminum fyri tveimum árum síðani, tá hon vitjaði í Grønlandi.
Lesið greinina í sSermitsiaq við at TRÝSTA HER