Drotningin heiðraði Heðin Mortensen á 50 ára degi

Lene Moyell Johansen handaði Heðini Mortensen stóran heiður frá drotningini á hátíðarhaldi í dag í sambandi við, at Heðin Mortensen hevur sitið í 50 ár í Tórshavnar býráð

Heðin Mortensen er nú ikki bara Riddari av Dannebrog og riddari »af første grad« av Dannebrog. Nú er hann eisini »Kommondør af Dannebrogordenen«.

 

Tað var Lene Moyell Johansen, ríkisumboð í Føroyum, sum vegna hennara hátign Margretu drotning, sum handaði Heðini Mortensen heiðurin.

 

Fleiri føroyskir politikarar eru riddarar av Dannebrog, onkur »Ridder af første grad«. Edmund Joensen og Jógvan Sundstein eru kommondørar av Dannebrog.

 

Tað eru tó politikarar úr fleiri flokkum, sum ikki taka ímóti slíkum heiðrum frá kongshúsinum. Tað gera socialdemokratar í Danmark ikki og heldur ikki politikarar úr flokkum á vinstraveinginum, sum eru ímóti kongsveldinum. Í Føroyum taka limir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum ikki ímóti riddarakrossi og øðrum heiðrum frá kongshúsinum. Men undantøk eru. Javnaðarmaðurin Jákup Frederik Øregaard tók ímóti riddarakrossi, og í dag Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum gjørdist kommondørur av Dannebrog.

 

Vanligt er, at landsstýrisfólk gerast riddarar av Dannebrog. Tó hava eingi landsstýrisfólk fyri Javnaðarflokkin ella Tjóðveldi viljað tikið ímóti riddarakrossi.

 

##med2##