Hátíðarhald var í gjár í sambandi við, at borgarstjórin í Havn handaði fimm starvsfólkum hjá kommununi »Dronningens fortjenstmedalje i sølv« frá Hennara Hátign Margrethu Drotning.
»Dronningens Fortjenstmedalje i sølv« verður í høvuðsheitinum latin fyri trúgva kommunala ella aðra almenna tænastu í minst 40 ár.
Tey, ið vórðu heiðrað, eru Jóna Thomsen, klinikkassistentur á Tannlæknastovuni, Tórgerð Hentze, skrivstovukvinna í Snarskivuni, Elsebeth Old, skrivstovukvinna á Roknskapardeildini, Annfinn Reinert, innsatsleiðari á Brandstøðini, og Ville Vigelund Hansen, arbeiðsmaður á Reinhaldinum.