Drotningin í Bretlandi hevur nú givið sítt samtykki til lógina, ið skal gera tað møguligt hjá Bretlandi at fara úr ES.
Lógin um Evropa Samveldið (fráboðan um at fara burturúr) bleiv góðtikin av drotningini í dag og nú er klárt hjá stjórnini at fara undir mannagongdina.
Theresa May hevur sagt, at tað er ósannlíkt, at hon setur gongd á fyrrenn seinni í mars.
Hóast tað ikki er avgerandi, at drotningin gevur loyvi, at eitt uppskot gerst lóg, so er tað ein formalitetur, ið verður hildin í hevd í Bretlandi. Ikki fyrrenn drotningin hevur givið sítt endaliga samtykki, er ein lóg blivin ein lóg.
Tað skal verða fundur í ES millum stjórnarleiðarar í næstu viku og fyri at sleppa undan, at fundurin einans skal snúgva seg um bretska limaskapin, hevur Theresa May valt at bíða tvær vikur. Endamálið verið fundin er at hátíðarhalda, at tað eru 60 ár liðin síðan Rom sáttmálin kom í gildið. Rom sáttmálin frá 1957 var stovnanin av búskaparliga samstarvinum í Evropa, sum seinni gjørdist ES.
Tá mannagongdin alment er byrja, skulu í mesta lagið ganga tvey ár við samráðingum millum partanar um eina endaliga avtalu.