drotningin á fornminnsisavninum

Á Fornminnissavninum var fokusið serliga sett á kirkjubøstólarnar, sum eftir tógvið stríð at enda komu heim til Føroya at standa.

Símun Arge, fornfrøðingur, greiddi teimum kongaligu frá søguni hjá stólunum, og tað sá út til, at drotningin hevði stóran áhuga í tí, hon hoyrdi.
Tað tóktiskt, sum Drotningin var bergtikin av kirkjubøstólunum, sum standa í kjallaranum á Fornminnissavninum. Hon lurtaði við ógvuliga stórum áhuga, spurdi nógv og vildi vita meiri. Tað sást, at hon var hugtikin av longu søguni hjá stólunum.
Prinsinum tóktiskt hinvegin at dáma betur ymsu brúkslutirnar, sum Fornminnissavnið sýnir fram. Hann gekk við áhuga runt fyri seg sjálvan og hugdi og las um ymsu lutirnar.