Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sigur, at týsdagin 16. juni byrjar Margretha, drotning, sína almennu vitjan í Føroyum, og vitjanin byrjar á Tvøroyri, har býráðið og borgarstjórin seinni um kvøldið verða vertir fyri eini máltíð í kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági.
- Vit hava skilt, at drotningin kemur til Føroya við flogfari, og síðan fer hon umborð á kongaskipið Dannebrog, sum fer at liggja á Sørvági. Haðani verður siglt suður til Tvøroyrar. Millum tey støð, sum drotningin vitjar í okkara kommunu, verður Saltsiloin, Suðuroyar Sjúkrahús, Sjósavnið í gomlu Doktarahúsunum og skipið Thorshavn, sum nú er heimahoyrandi á Tvøroyri.
Hann leggur aftrat, at Margretha drotning eisini fer at vitja arbeiðarafelagið Fylking, sum 25. apríl í ár hevur 100 ár á baki.
- Undir vitjanini koma bæði Dannebrog og Thorshavn at liggja á Tvøroyri, og drotningin fer eisini umborð á Thorshavn at hyggja eftir kongaligu málningunum og kongaliga porseleninum, sum er umborð har, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri, sum Vikublaðið, sum kemur í hvørt hús í morgin, hevur skift orð við.
Myndina av Saltsiloini hevur Birgir W. Høgnesen tikið.










