Hóast tað í mannaminni hava verið parkeringsbásar á Kongabrúnni í Havn - oman á lokinum á Havnará, so er hetta nú broytt. Í morginári skal hennara hátign Margreta Drotning ganga av Bursatanga út í Tinganes. Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Kommuna beint burtur stabbasteinarnar, sum í mannaminni hava staðið á Kongabrúnni, og upp er sett ein sera snotuligur jarngelendari, sum frægi smiðurin, Helgi Debes, hevur gjørt.
Í gjár setti kommunan upp forboðsskelti á Kongabrúnni, sum boða frá, at tað ikki longur er loyvt at parkera á teimum sjey básunum, sum hava verið har. Hvítu strikurnar á vegnum eru eisini burtur.
Í kvøld hava fólk frá kommununi verið á staðnum at tryggja sær, at eingin bilur stendur har - so drotningin við fylgi kann ganga har, sum bilarnir plaga at standa. Men trupulleikin er, at bilar hava staðið har í allan dag - og standa enn, sum um einki var broytt.
Um eigararnir ikki flyta bilarnar, so fara fólk frá Sløkkiliðnum at beina teir burtur í morginári - so drotningin við fylgi ótarnað av parkeraðum bilum kann ganga fram við vágni alla leiðina av Bursatanga og út í Tinganes..