Flogbóltur
Kontrastirnir vóru øgiligir. Saaremaa-kvinnurnar høvdu fýra oyggjaleikafinalur tapt 3-2 fyri føroysku flogbóltsdrotningunum, og tí var gleðin skillig hjá teimum. Dansandi á hallargólvinum kundu tær fegnast um, at tær loksins høvdu vunnið gullið.
Hjá teimum føroysku stóð verri til. Eftir til samans fimm dystir máttu tær ásanna, at tað ongan tíð veruliga eydnaðist at fáa glið á meistaraspælið. Og tó at tær mest sum í berum treiskni vunnu tvey sett í finaluni, so var hetta ikki nóg mikið til at knekka Saaremaa.
Eina løtu tóktist annars, sum hevði føroyska liðið vunnið sálarliga spælið í finaluni. Saaremaa hevði vunnið tey bæði fyrstu settini í tryggum stíli, tá okkara brádliga byrjaðu at svara aftur. Ella kanska var tað meira, at Saaremaa fekk gummibein. Tær megnaðu í øllum førum at søpla 20-16 leiðslu í fjórða settinum burtur, og tí tóktust føroysku kvinnurnar væl og virðiliga omaná, tá farið varð undir fimta og avgerandi settið.
Tóktust á sigurskós
Miðskeiðis í seinasta settinum kom veruligi munurin tó til sjóndar. Leikliga var eingin ivi um, at Saaremaa hevði verið betri parturin í finaluni, og brádliga tóku tær fullkomuliga yvir. Liðini skiftu hálvu við støðuni 6-8, men seinastu løtuna var eingin ivi.
Og hesa ferð sleptu tær hjá Saaremaa so heldur ikki. Føroysk mistøk vórðu revsað uttan nakra sum helst náði, og tá Saaremaa at enda hevði seks matchbóltar, stóð skriftin skrivað við neon-stavum. Teimum nýttist nú heldur ikki meira enn tann eina at avgera dystin heilt, og so var gullveitslan hjá føroyskum flogbólti av á hesum sinni.
Ættarliðsskifti
At talan ikki gjørdist um gull hesaferð, man einamest komast av, at talan hevur verið um stórt skifti í føroyska hópinum.
Margit Joensen, Gudrið Nolsøe, Helga Nordendal og Karin Mikkelsen eru framvegis bulurin á liðnum, men á nógvum plássum hevur skiftingin verið sera stór. Í mun til seinast, so vanta spælarar sum Juanna S. Joensen, Helen á Lakjuni og Herborg á Mýrini, og slíkur saknur skal merkjast.
Verður arbeitt miðvíst, so ber tó sjálvandi til at vinna á hesum, men í løtuni hava nýggju spælararnir ikki neyðugu royndirnar, og tí er silvurið kanska til at liva við í hesum førinum.
Spurningurin er so, um oyggjaleikirnir í sjálvum sær eru nóg mikið til at vinna neyðugu royndirnar. Hesa ferð fekk føroyska liðið tveir harðar dystir, og tað er so ein fleiri, enn tað ofta hevur verið. Men tað vildi nú verið meira mennandi fyri spælararnar, um tær eisini fingu nakað av mótstøðu í hinum trimum dystunum. Og høvdu tær fingið tað, so vildu tær helst eisini verið betri ílætnar til finaluna, tá hendan stóð á skránni.










