Enn er eingin teldupostur komin um, at tiltakið verður endurtikið í ár, nú vit skriva 13. desember. Ikki tí, tað ger nú ikki so nógv, tí miðlafólk kunnu gera so ómetaliga nógv annað skilagot, heldur enn at rósa sær sjálvum. Og tað sum helst telur meira er, at Dimmalætting ikki er til longur – og harvið man áhugin fyri at kjósa vinnarar eisini minka tilsvarandi.
Okkara hugskot til Føroysk Fjølmiðlafólk er einfalt: Droppið hatta sjálvrósið. Fáið heldur føroysk miðlafólk at vísa respekt fyri sínum egnu starvsfeløgum heldur enn hatta sjálvrósið. Lærið limir tykkara at virða, at tað arbeiði sum kappingarneytin ger, eisini kann vera gott. Og tá tað er so gott, at tildømis útvarpið velur at gera somu søguni, so fer tað einki av einstaka miðlafólkinum, at tann rætti miðilin verður krediteraður.
So nú eingin Dimma er at fáa allan heiðurin, latið so okkum sum eftir eru heldur brúka orkuna upp á at gera okkara arbeiðið betur, heldur enn sjálvrós.










