Dropin hjá Jóannesi

Eftir at Javnaðarflokkurin ”bara hevði umsitið borgarligan politik”, sum ein fyrrverðandi javnaðarløgmaður einaferð tók til, í heili fýra ár, hevði Jóannes, og teir ráðandi í flokkinum, fingið nóg mikið av hesum borgarliga politikki, sum teir høvdu verið ein partur av. Millum annað høvdu teir sitið og góðtikið, at tey ríku fingu skattalætta, so tey gjørdist ríkari og tey ørmu gjørdist armari, meðan fakfeløgini øtaðust og góvu ilt av sær o.s.fr

Tá valið í januar var av, høvdu veljararnir talað og givið Javnaðarflokkinum eitt dygt slag framman á, sum gav dvørgamál í homrum. Hetta førdi til, at leiðslan í Javnaðarflokkinum skilti, at nú ”mátti vend koma í” sambært slagorðinum hjá teirra øskudólgi, sum eisini fekk dóm veljarans at kenna.

 

Javnaðarveljarin ynskti javnaðarpolitik:

Úrslitið av øllum hesum varð, at Javnaðarflokkurin skilti, hvat veljarin vildi, og mátti tí skifta hest. A og B vóru skift út við E og H. Nú varð endiliga gjørligt aftur at føra javnaðarpolitik. Vit høvdu fingið eina vinstrahalla samgongu, sum kundi føra næstan 100% javnaðarpolitik. Lovorðini mundi ongan enda tikið. Eitt samgonguskjal varð skrivað, har fleiri yvirtøkur vóru á skránni, sum m.a. fóru at føra til ein niðurskur í blokkinum við umleið stórthundrað milliónum krónum.

 

Men hvat hendi? Jú, tá samgongan skuldi koma saman og viðgera blokkniðurskurin, sum semja var um og var eisini niðurfelt í samgonguskjalið, sum nevnt, hoyknaði løgmaður undir trýstinum frá sambandsmonnunum í sínum egna flokki. Teir politisku dvørgarnir í flokkinum, serliga teir sunnan fyri Skopunarfjørð, løgdu vertin í javnaðarpolitikk, men vildu heldur hava danskan blokk. Trýstið var stórt og ósemjan innanfloks var so stór, og hetta var jú alment, at løgmaður sleit samgonguna. Hann valdi aftur ”bara at umsita borgarligan politik” heldur enn at føra javnaðarpolitik.

 

Dropin, sum fleyt yvir:

Tá nú løgmaður varð bukaður av sínum egnu, til aftur at føra ein borgarligan sambandspolitik, vóru góð ráð dýr. Hvørja frágreiðing skuldi hann geva føroya fólki? Hann mátti hava eina skilagóða frágreiðin, har vit fingu at vita, hví flokkurin segði CHE-samgonguna upp. Ein lítil trupulleiki, um eina skrivstovu, sum langt síðani var loystur, varð tikin fram aftur, og brúktur sum orsøk til at slíta samgonguna. Umberingin var so láturlig, lítil og ússalig, at sjálvur kallaði løgmaður hetta fyri bara ein dropa, sum fekk bikarið at flóta yvir, men vit føroyingar vóru dyggiliga til grin uttanlands.

 

Hvat var í bikarinum?

Eftir sita vit so í dag og undrast yvir, hvat mundi vera í hesum bikarinum, sum fleyt yvir. Hevði tað ikki verið rætt, at vit fingu hetta fram í ljósið og lagt tað fram fyri føroya fólk, so einki var dult? Eg rokni við, at eingin hevði verið meira fegin um tað, enn sjálvur Høgni Hoydal, men tað torir Jóannes ikki, og hevur eisini sett seg ímóti einari kanning av hesum ”lítla” máli. Orsøkin kann bara vera tann, at har er einki í bikarinum at finnast at, og at Jóannes tí avdúkaðar seg sjálvan, sum ein tann ússaligasti løgmaður, vit nakrantíð hava átt. Øll kenna vit eisini tað ummæli, sum hann fekk frá einum av sínum egnu, at hann var ein svíkjari, ja hann hevði svikið alt føroya fólk!

 

Ruðuleikin í Javnaðarflokkinum:

Hetta vita øll javnaðarfólk, og fyri at fjala útyvir teirra egnu ómegd, klandur og ruðuleika í flokkinum, royna tey at fáa fólki at venda eygunum burtur frá teimum stóru ínnanhýsis trupulleikunum, sum tey hava, við at útspilla og dálka Tjóðveldið og formann floksins, sum tykist ongan enda at taka. Hetta kom týðuliga til sjóndar á landsfundi floksins herfyri í Klaksvík, og teir halda nú áfram í bløðunum. Vit vanligir borgarar eru hóast alt ikki so tápuligir, at vit ikki duga at gjøgnumskoða allan bluffpolitikkin hjá Javnaðarflokkinum, sum ikki er annað enn ein stór luftbløðra. Tað sær út sum, at nú hevur flokkurin ikki bara ein øskudólg, men fleiri, sum sita og skava í øskuni ella óhumskuni.

 

Hvørjum skulu vit hava álit á?

Jóannes sigur, at hann hevði ikki longur álit á Høgna. Hví sigur hann okkum ikki, hví hann misti álitið á honum? At enda loyvi eg mær at spyrja, nú vit hava 27. novembur 2008, um vit føroyingar enn í dag skulu/kunnu hava álit á okkara fíggjarmálaráðharra?