Í dag verður almannakunngjørt, at Dropbucket hevur vunnið tað, sum av mongum verður mett sum víðagitnasta virðislønin innan sniðgeving, nevniliga RedDot: Best of the Best.
Í uppskoti til heiðurin vóru 4.928 snið úr 56 londum, og út úr hesum valdu dómararnir so 81 at fáa heiðurin sum Best of the Best.
Á facebooksíðuni hjá Dropbucket skriva tær báðar, Heiða G. Nolsøe og Marie S. Berggreen, at tær skulu til Týsklands í juni mánað, at taka ímóti virðislønini, á sama tiltaki, sum Apple fer at taka ímóti heiðrinum fyri teirra Apple Watch. Handanin verður í Essen 29. juni.
- Vit fegnast so um viðurkenningina, at vit fáa næstan ikki armarnar niður aftur, skriva tær.