Dropar til Íslands í morgin

Ungdómskórið Dropar hjá Tórshavnar Musikkskúla fer saman við orkestri tónleikaferð til Íslands í morgin. Tann 30. Apríl, klokkan 17, fer kórið og orkestrið at syngja og spæla í Kringluni í Reykjavík, og 2. mai, klokkan 15, verður konsert í Norrøna húsinum í Reykjavík.

 

Íalt eru tað 22 næmingar, sum fara avstað, saman við ferðaleiðara og lærarunum Sigrið Sivertsen og Bjarka Meitil.

 

Kórið og orkestrið saman við lærarum hava fyrireikað hesa ferðina í vetur, og vónandi sleppa tey ungu avstað fyri øskurokinum. Hetta er triðju ferð, at kórið fer uttanlands at spæla tónleik.

 

Tey hava áður verið í Danmark og Noregi.

 

Foreldrabólkurin hjá Dropum sigur, at henda ferð hevði ikki verið møgulig, um tað ikki vóru fleiri, ið høvdu stuðlað ferðini.

 

- Luttakararnir skulu tí takka fyri stuðulin frá Tórshavnar musíkkskúla, Tórshavnar kommunu, Norðurlandahúsinum, Mentanargrunni landsins, Vesturkirkjuni, Eik banka, Lions og foreldrabólkinum.