Barna- og ungdómskórið hjá Tórshavnar musikkskúla, Dropar, fer í dag til Noregs Kór og tónleikarir eru 25 í tali umframt tónleikaleiðara og Sigrid Sivertsen sum kórleiðara. Kórið fer at syngja fyri ferðafólkunum umborð á Norrønu, og í Bergen fara tey at syngja í aldargomlu ?Korskirken? í miðbýnum í Bergen. Annars er ætlanin at stuttleika sær saman og møguliga at syngja í gongugøtuni, um veðrið verður til vildar. Væntandi koma fólk á Bergenleiðini at lurta, tí tiltakið er væl lýst bæði millum føroyingar og í avísunum har. Kórið kemur aftur til Havnar mánamorgunin við Norrønu.