Dropar í Århus

Í dag hevur verið konsert í Musikhuset í Århus við føroyska barnakórinum Dropum Á lið 100 áhoyrar lýddu á, og fólk fingu eina hugnaliga løtu við føroysum og útlendskum tilfari. Dropakórið sang saman við donskum barnakórið, eins og kórini sungu hvør sær.

 

Dropar eru í hesum døgum á konsertferð í Århus. Vitjanin er komin í lag sum ein menningarætlan hjá einum barnakóri í Århus og Dropum. Sunnudagin klokkan 16 verður konsert í Fredrikskirken uttanfyri Århus

 

Um 14 dagar kemur danska barnakórið til Føroya at hava konsertir saman við Dropum.