Dronumyndir: Hotel Bisk í Klaksvík tekur skap

Næsta ár stendur eitt nýtt og nýmótans fýrastjørnað hotel í Klaksvík

Talan er um Hotel Bisk, sum verður bygt beint norðan fyri Biskupstorg út móti Vágni við góðum útsýni í allar ættir. Høvuðsinngongdin verður suður móti Biskupstorgi. Nakað eystan fyri hotellið er nýggja kappróðrarneystið, og miðskeiðis millum neystið og hotellið verður fyribils parkering við inngongd til ráðstevnuhøll og vælveruøkið á hotellinum.

Verkætlanin er nú komin so mikið langt, at nú sæst skapið av bygninginum.

Hotellið verður bygt á sjálvari útfyllingini, og tað hevur givið nakrar aðrar avbjóðingar, enn tá bygt verður uppi á landið, tí undirlendið má kannast nágreinliga, fyri tryggja, at bygningurin ikki fer at seta seg, eftir at hann er bygdur. 

Jan Petersen upplýsti fyri Sosialinum herfyri, at ætlanin upprunaliga var, at hotellið skuldi standa klárt á sumri næsta ár, men at tað neyvan fór at røkka.

Men væntandi verður hotellið liðugt einaferð seinni næsta ár.

Dronumyndirnar niðanfyri hevur Erik Biskopstø tikið:

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Upptøka: Erik Biskopstø

Upptøka: Erik Biskopstø