Tíðliga í morgun varð høvuðsstøðin hjá russiska svartahavsflotanum í Sevastopol á hálvoynni Krim álopin av einari dronu.
Tað var í 2014, at Russland tók oynna Krim í Svartahavinum frá Ukraina, og seinastu tíðina hava nøkur álop verið á oynna.
Borgarstjórin í Sevastopol, sum Russland hevur sett, Mihkail Razvozjaev, váttar hendingina í morgun á sosiala miðlinum, Telegram.
Tað er tíðindasíðan, Radio Free Europe, sum ber hesi tíðindi.
- Eg eri á høvuðsstøðini hjá flotanum. Fyri 25 minuttum síðan datt ein drona niður á takið.
Borgarstjórin leggur aftrat, at tíverri eydnaðist tað ikki at skjóta dronuna niður.
- Hon fleyg lágt, eingin doyði, sigur borgarstjórin í Sevastopol um hendingina í morgun á Telegran.
Útlendskar tíðindastovur vita at siga, at hetta er aðru ferð, at støðin hjá russiska svartahavsflotanum er álopin.
Í tíðindunum verður einki sagt um, hvør stóð aftan fyri dronuálopið á høvuðsstøðina í Sevastopol.