Marianne Faithfull sigur seg vita hvør gørdi enda á kenda sangaranum í bólkinum The Doors í París 1971.
Tað sigur Marianne Faithfull við Mojo Magazine.
Tann 67 ára gamla sangainnan, ið hevur eina fortíð sum rúsevnismisnýtari, var sjálv til staðar í íbúðini hjá Morrison í Rue Beautrellis 17 í París, og tað var drongur hennara eisini, Jean de Breiteuil, ið var kendur í umhvørvinum sum rúsevnissølumaður til tey múgvandi og kendu.
Óhapp
-Eg kendi á mær, at trupullekar vóru, og eg rúsaði og doyvdi meg við tuinal tablettum fyri líkasum at hava frástøðu frá trupulleikunum. Men so gekk hann – sjeikurin, yvir til Morrison og gjørdi av við hann. Eg eri vís í, at tað var eitt óhapp. Stakkals maður. Kanksa var heroini ov sterkt?, jeah, og hann doyði. Eg visti onki um tað, greiðir Marianne Faithfull frá.
-Líkamikið. Øll, ið høvdu samband við deyðsfallið, eru deyð nú. Bert eg eri eftir, sigur Faithfull, ið kemur á marknaðin við nýggjari fløgu, Give My Love To London, tann 29. september.
Tann 11. oktober byrjar hon eina 50 árs jubileumsferð í Stuttgart. Ferðin kemur framvið Bremen Leikhúsinum í Keypmannahavn tann 6. november.