Drongur ákoyrdur av skutara


 

Fríggjakvøldið á midnátt varð ein drongur ákoyrdur av einum skutara á Tinghúsvegnum í Havn.

Drongurin slapp við smærri snuddum.

Løgreglan í Havn hevur annars havt eitt friðarligt vikuskiftið.

Sunnukvøldið var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning.

Alarmsentralurin fekk um vikuskiftið fráboðan um, at tað var eldur í úti í Tindhólmi. Tað vísti seg, at menn høvdu tikið niður eitt gamalt seyðahús og brent tað, men onkursvegna var kunningin millum hesar og alarmsentralin ikki í lagi.