Portugal vann í gjár 2-0 ímóti Wales og er sostatt í EM-finaluni fyri fyrstu ferð síðani 2004. Stóra stjørnan hjá Portugal, Cristiano Ronaldo, var í góðum spælihýri, tí at hann bæði skoraði fyrra málið og legði upp til tað seinna.
Beint undan dystarbyrjan vísti Ronaldo seg eisini frá síni allar bestu menniskjaligu síðu, tá ið ein drongur, sum hevði ein hjálparfólkaleiklut av onkrum slagi, var altráur eftir at taka mynd saman við síni hetju.
Drongurin fekk eina sjálvsmynd saman við Ronaldo og eitt klemm, og í berum ovfarakæti hugsaði drongurin, at nú kundi hann akkurát tað sama ganga línuna út. Cristiano Ronaldo skundaði sær yvir til liðfelagarnar at taka liðmynd, og drongurin í reyðu blusuni valdi at fylgja við. Tá ið liðmyndin varð tikin gjørdi drongurin ikki mætari enn at stilla seg við síðuna av Cristiano Ronaldo, og kom hann sostatt við á myndina.
Ronaldo dugdi at síggja tað stuttliga í hendingini og flenti hjartarliga. Hann er kanska ikki so arrogantur, sum øll gera hann til.
Video av hendingini kann síggjast ovast í greinini.










