Drongur fekk fløsku í andlitið

Nógv fólk vóru trokað saman í miðbýnum um 2-tíðina sunnumorgunin, tí eitthvørt rok var í umbúna. Knappliga kom ein fløska sendandi gjøgnum luftina beint inn í mannamúgvuna. Ein blaðungur drongur fekk fløskuna í andlitið. Hann bløddi illa og varð sendur á Landssjúkrahúsið. Ongin veit, hvør sendi fløskuna, men politiið sær álvarliga uppá málið.