Drongur breyt framtenn

Vestmanna: Um nátturðatíð sunnukvøldið hendi eitt minni ferðsluóhapp í Vestmanna.
Ein drongur kom á súkklu síni koyrandi í vinstru síðu eftir Heygagøtu, við einum øðrum dreingi uppiá.

Ein bilur kom koyrandi móti teimum, og soleiðis hendi óhappið. Annar drongurin breyt tvær framtenn.
Súkklan oyðilegðist, men bilurin fekk bert smávegis skaða.