Øll flogfør til og frá enska flogvøllinum Heathrow hava fingið boð um at steðga á. Orsøkin er, at mann hevur uppdagað eina ókenda dronu, sum er flogin inn yvir økið hjá flogvøllinum.
DAGFØRING klokkan 18:50: Flogvøllurin letur upp aftur fyri flogferðslu, og fyrstu flogførini eru farin avstað.
Í hálvanannan tíma var steðgur allari flogferðsluni í Heathrow orsakað av dronualarminum. Fyri at tryggja sær, at eingin vandi var á ferð, varð avgerð tikin um at avlýsa allar flúgvingarnar á flogvøllinum fyribils, upplýsti Heathrow Airport á Twitter í kvøld.
Heathrow Airport, sum liggur nakað uttan fyri London, telist millum størstu og skundmiklastu flogvøllirnar í Evropa. Næstan 80 milliónir ferðafólk ferðast umvegis Heathrow árliga.










