Drogba vil betra seg

Ivoryanarin, Didier Drogba, hevur manað alla spekulatión í jørðina eftir at hann í síðstu viku longdi sáttmálan við Chelsea við tveimum árum, so hann verður verandi á Stamford Bridge fram til 2012.

Sambært Sky Sports tekur hann einki fyri givið, og metir seg hepnan at hava framtíðina tryggjaða, eftirsum hann hevur nógvar fótbóltsvinir í Fraklandi, sum standa uttan sáttmála. Royndi áleyparin sigur seg enn kenna seg ungan, hóast hann er farin um tey 30, og hann hugsar als ikki um, hvussu long karrieran enn kann gerast. Hann var við til at vinna fyrsta steypið á árinum, tá Chelsea vann á Manchester United í Community Shield dystinum á Wembley sunnudagin.