Tað er eingin ivi, um ivorianski áleyparin hjá Chelsea sjálvur skal svara. – Eg verði besti málskjúttin í Premier League í ár. Fólk halda kanska, at eg spæli væl, men eg verði nógv betri. Eg havi ongan tíð verið so væl fyri í lívinum, og tí ætli eg mær ikki at lata møguleikarnar fara framvið, sigur Drogba, sum hevur tvey mál fyri árið. Gylta skógvin til sín og meistaraheitið til Chelsea. Drogba varð í fjør keyptur fyri £24 mió, men fram til í ár hevur hann havt trupult við at finna meskarnar. Higartil hevur hann tó skotið átta mál hetta kappingarárið.
Tíðindi