Drogba vendir aftur til Chelsea

Heldur óvæntað, er Didier Drogba nær við at venda aftur til Chelsea.

Fyri gott og væl tveimum árum síðani helt man, at Didier Drogba hevði skotið sítt seinasta mál í Chelsea troyggjuni. Men nú er tað nógv, ið bendir á, at áleyparin skjótt aftur verður at síggja í Chelsea troyggjuni.

 

Franska blaðið L’Equipe skrivar í dag at 36 ára gamli áleyparin er á veg aftur til Chelsea, har hann skal gera ein eitt ára sáttmála. Blaðið skrivar eisini, at Didier Drogba hevur við í avtaluni, at hann fær boðið eina uppgávu sum venjari, tá hann gevst at spæla.

 

Didier Drogba er í løtuni uttan felag, eftir at sáttmálin við turkiska felagið Galatasaray gekk út fyrr í summar.