Við sigrinum er Chelsea nú aftur fimm stig framman fyri næsta liðið í Premier League, samstundis sum Arsenal misti sera týðandi stig í oddastríðnum.
Drogba legði Chelsea á odda eftir 41 minuttum, og beint undan steðginum gjørdist støðan 0-2, tá Thomas Vermaelen gjørdi sjálvmál.
Arsenal royndi at trýsta, men tað eydnaðist teimum ikki veruliga at skapa spenning í dystin. Og so kundi Drogba avgera dystin, tá hann við beinleiðis frísparki sendi bóltin í kassan.
Aðrastaðni vann Liverpool 2-0 á útivølli móti grannunum úr Everton.