Tað var kanska ríkilig revsing í sær sjálvum, at Chelsea reyk út úr Liga Cup kappingini í gjárakvøldið, tá teir taptu móti Burnley, aftaná brotssparkskapping. Men nú er líkt til, at Didier Drogba kann fáa eitt leikbann, sum veruliga munar. Aftaná, at ivorianarin hevði lagt Chelsea fram um 1-0, tveittu nakrir viðhaldsmenn hjá Burnley myntir eftir málsókna Chelsea-framherjanum. Drogba tendraði, hann tveitti myntirnar aftur eftir Burnley-viðhaldsmonnunum, og vísti teimum ein ávísan fingur. Dómarin, Keith Stroud gav Drogba tað gula kortið fyri hendingina. - Eg vildi bara feira málið, og so var eg raktur av onkrum. Stóra mistakið eg gjørdi, var at tveita myntirnar aftur. Um nakar hevur fingið skaða av tí, so eri eg veruliga harmur. Sigur Drogba. Sambært blaðnum, The Guardian er løgreglan nú komin uppí málið. - Vit kanna hendingina. Kanningarnar verða gjørdar av fótbóltsdeildini, sum hoyrir til løgreglustøðina í Fulham. Sigur ein talsmaður fyri løgregluna. Vandi er fyri, at Drogba kann fáa leikbann. Tá Liverpool-spælarin, Jamie Carragher tveitti myntir aftur eftir nøkrum Arsenal-viðhaldsmonnum í 2002, fekk hann tríggjar daga leikbann. Tá Alan Smith spældi við Leeds, fekk hann tveir daga leikbann fyri at tveita eina fløsku eftir Manchester United viðhaldsmonnum.