Sambært enska blaðnum, Daily Star, hevur Didier Drogbs dkrivað undir ein sáttmála við ríka kinesiska felagið, Shanghai Shenhua, sum framman undan hevur fyrrverandi liðfelagan hjá fílabeinsstrandinginum, Nikolas Anelka, í hópinum.
Daily Star vil vera við, at Drogba fær út við 90 milliónir krónur um árið í sín lumma frá Shanghai Shenhua.
Sáttmálin við Chelsea gekk út í juni, og gitt hevur dúgliga verið, hvar 34 ára gamli Drogba fór at enda. Talan var um, at Jose Mourinho vildi hava hann til Real Madrid, men at enda valdi hann so Kina.
Seinasta avrikið hjá Drogba í Chelsea var at tryggja London-felagnum Champions League steypið. Venjari hjá Shanghai Shenhua verður fyrrverandi venjarin hjá argentinska landsliðnum, Sergio Batista.










