Drogba søkti Arsenal

Arsenal legði seg á odda eftir mál av Theo Walcott miðskeiðis í fyrra hálvleiki, Didier Drogba javnaði stutt eftir. Í seinna hálvleiki kom liðskiparin hjá Chelsea, Terry sera illa fyri. Arsenal leikarin Diabi royndi at sparka sama bólt, sum John Terry royndi at skalla, og úrslitið var, at sparkið rakti Terry í høvdið. Hann small í vøllin uttan vit, og varð koyrdur beint á sjúkrahúsið. Tað sá drápiligt út við iltmasku og kragum.

 

Skaðin merkti restina av dystinum, ið fall sera nógv í góðsku. Stutt fyri dystarlok legði Drogba Chelsea framum.

 

Skaðin hjá Terry hevði havt langan steðg við sær, og tí vórðu 7 minuttir lagdir afturat leiktíðini. Tá tríggir av hesum minuttum vóru leiktir, taklaði Jon Obi Mikel Arsenal leikaran Kolo Touré sera harðliga. Touré misti tamarhald á sær sjálvum og byrjaði ein bardaga millum flestu leikararar á vøllinum, og tað var ikki fyrr enn venjararnir komu upp í millum, at bardagin varð steðgaður.

 

Hóast fleiri leikarar vóru hepnir ikki at fáa kort fyri sín leiklut, fingu Mikel, Touré og Adebayor reyð kort, meðan Lampard og Fabregas fingu hvør sítt gula kort.

 

Tá dysturin endaði, vóru 102 minuttir leiktir, og úrslitið var 2-1 til Chelsea. Enn er ikki nakað at frætta um hvussu álvarsligur skaðin hjá Terry er.