Drogba noktaði at luttaka

Didier Drogba, ið er áleypari hjá Chelsea og Fílabeinsstrondini, hevur nú biðið um, ikki at vera nomineraður aftur til »besti afrikanski leikari« tey komandi árini.

 

Drogba, ið vann hendan stóra heiður í fjør, segði, at hann ætlaði at møta til hátíðarhaldið, men tá hann fann útav, at tað fór at vera hildið í býnum Lome í Togo, noktaði hann at luttaka. Drogba er saman við landsmonnum sínum komin til hálvfinaluna í African Nations Cup, og hann ætlar sær undir ongum umstøðum, at svíkja heimland sítt fyri egnan heiður. Drogba er ein av høvuðsorsøkunum til at Fílabeinsstrondin spæla so góðan fótbólt, og eru komnir so langt í kappingini, ið verður hildin í Ghana.

 

Fyrrverandi West Ham og Tottenham leikarin, Frederic Kanouté fekk sum kunnugt handað heiðurin sum »besti afrikanski leikarin« í ár, men Drogba er ónøgdur við framferðarháttin.

- Eg fekk at vita, at um eg ikki kom til sjálvt hátíðarhaldið, skuldi eg missa rættin og heiðurin, til tann leikara, ið var næstur mær (Kanouté blaðm.).

 

- Eg valdi at nokta, tí hetta kundi eg ikki gera móti mínum landsmonnum. Ferðast allan vegin til Lome í Togo, bert tveir dagar undan einari fjórðingsfinalu, (móti Guinea blaðm.) tað ber ikki til, sigur ein keddur og skuffaður, men tó avgjørdur Didier Drogba fyri BBC-5-LIVE í gjárkvøldið.

 

Mong mundu eisini undrast yvir, hví Kanouté skuldi heiðrast sum bestur herfyri. Tí Drogba spælur í einari nógv harðari kapping, í Premier League, har hann er støðugt góður. Hetta megnaði Kanouté aldrin.