Didier Drogba var vístur av vølli í dystinum ímóti Inter í gjárakvøldið. Hetta hendi stutt undan leikloki, tá Drogba traðkaði á Inter-verjuspælaran, Thiago Motta.
- Ja eg rakti fótin hjá honum, men eg haldi ikki, at eg hevði uppiborið at fáa tað reyða kortið, segði Drogba við SkySports aftaná dystin.
Nú skrivar bretska blaðið, The Guardian, at Didier Drogba kann vænta sær eitt langt leikbann í tí komandi Champions League kappingini. Orsøkin til, at UEFA fer at geva Drogba eitt langt leikbann er, at Drogba gjørdi seg eisini inn á norska dómaran, Tom Henning Øvrebø, aftaná rokmiklu hálvfinaluna ímóti Barcelona á Stamford Bridge í London í fjør.
Tá fekk Drogba leikbann í tríggjar dystir, fyri sín ljóta atburð. Drogba fekk eisini treytað leikbann í tveir dystir, um ein líknandi hending aftur kom fyri í 2010 ella í 2011. Sambært The Guardian verður leikbannið galdandi fýra teir fyrstu dystirnar í bólkaspælinum komandi heyst, um Chelsea vinnur seg í bólkaspælið.
Venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti hevur onga viðmerking til hendingina. Hann segði seg standa ov langt burtur frá har, sum hendingin fór fram.