Venjarin hjá Fílabeinsstrondini, Vahid Halilhodzic er óttafullur um Didier Drogba, og hann heldur, at Chelsea leggur ov nógvar byrðar á framherjan. Vahid Halilhodzic er harmur um, at Didier Drogba hevur spælt níggju dystir fyri Chelsea uppá fimm vikur. - Vit eru óttafullir um kropsstøðuna hjá øllum okkara spælarum, men vit eru serliga óttafullir um Drogba, sum altíð spælir nógvar dystir, sigur Vahid Halilhodzic við enska blaðið, Express. Tað er órealistiskt at spæla tveir dystir uppá tríggjar dagar. Ein slík leikskrá er ov krevjandi fyri ein lyklaspælara, sum Didier Drogba. - Fyri 10 døgum síðani var eg í Onglandi fyri at tosa við Didier Drogba um hetta, tí eg vildi steðga hesum. Hann er eitt menniskja, og ikki ein maskina, sigur ein harmur Vahid Halilhodzic. Fílabeinsstrondin spælir tann fyrsta dystin í innleiðandi bólkaspælinum í Africa Cup of Nations mánadagin. Dysturin er ímóti Burkina Faso.