Drogba aftur á vøllin

Áleyparin av Fílabeinsstrondini hevur verið skaddur síðan 2. septembur, tá ið hann meiddi sær knæið í dysti móti Aston Villa. Men nú er málbumbarin aftur klárur at spæla, og tískil verður hann at síggja á vøllinum leygardagin móti Fulham.

Hetta verður somuleiðis fyrsti dystur hjá Didier Drogba undir nýggja venjaranum, Avram Grant.

 

Hinvegin má Chelsea vera Frank Lampard og Ricardo Carvalho fyri uttan.