Drogba aftur á gamlar gøtur

Fyrrverandi hetjan hjá Chelsea skal í kvøld spæla á gamla heimavøllinum

Didier Drogba er ein legenda í Chelsea, har hann spældi frá 2004 til 2012. Minni um Didier Drogba gjørdist gylt, tá hann við seinasta sparkinum í bláu troyggjuni tryggjaði Chelsea Champions League steypið.

 

Í kvøld er Didier Drogba aftur á gamla heimavøllinum Stamford Bridge. Hesa ferð sum framherji hjá turkiska Galatasarary. Talan er um seinnu 1/8-finaluna í Champions League. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Didier Drogba hevur sagt, at hann møguliga ikki fer at sjónliga fegnast um hann skorar, men leggur dent á, at hann fegin vil koma víðari hóast mótstøðuliðið er Chelsea.

 

Ongin spenningur í Madrid

 

Meðan tað framvegis er spenningur í dystinum millum Chelsea og Galatasaray, so kann tað sama ikki sigast um dystin millum Real Madrid og Schalke 04. Real Madrid vann fyrra dystin í Týsklandi heili 6-1. Tí røkist einki fyri, at tað verður nakrar spenningur í retur uppgerðini í kvøld.

 

Bayern Munchen, Atletico Madrid, Barcelona og Paris Saint-Germain eru longu komin víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Champions League 1/8 finalur:

 

Chelsea (1) – (1) Galatasaray (19.45)

Real Madrid (6) – (1) Schalke (19.45)