Seinasta vikuskiftið hevði Teitur Lassen eina konsert við flúgvarabedingina í sambandi við nýggju útgávuna “Modern Era.” Tað var skipað sum ein drive-in konsert, soleiðis at bilar kundu parkera framman fyri pallin. Tað var ein so mikið stór succes, at Teitur fer at hava enn eina drive-in konsert, hesa ferð á Skálatrøð í Havn saman við bólki.
Konsertin verður leygarkvøldið 2. mai klokkan 20.
Konsertin er skipað eftir ráðgeving frá koronaráðgevingini, og tí eru fyrivarni ið mugu takast. Bilar kunnu koma inn á økið frá klokkan 18.
Neyðugt er at sløkkja luftskiftisskipaninar, so bilurin ikki tekur luft inn, eins og vegleitt verður hvørji vindeygu skulu rullast niður, alt eftir ættini. Neyðugt er, at øll halda seg inni í bilinum. Eins og til síðstu konsertina mugu áskoðarar eisini hesa ferð taka egið poppkorn og Sisu við, tí einki verður selt á staðnum. Tað krevur atgongumerki fyri at sleppa til konsertina.