Driv í Glitnir

Kontribólkurin Driv spælir í Glitnir leygarkvøldið. Tónleikurin teir í Driv spæla er fyri tað mesta New kontri og 60´ára kontri og vestern.

Líka síðan bólkurin var stovnaður fyrst í 80´unum hevur Driv lagt seg eftir at spæla dansivinarligan tónleik.

 

Manningin í Driv er J. Áki Andreasen, sang og kassagittar, René Jespersen, gittar, Anfinn Nielsen, bass, og Ólavur Magnussen, trummur.

 

Vitjað Driv á www.driv.fo