Driv aftur á pallin

Driv fer nú aftur á pallin, við útskiftingum í manningini og eftir ein steðg í út við eitt ár.

 
 
 
 
 
Eftir ein støðg í út við eitt ár fer tónleikabólkurin Driv nú aftur á pallin. Lagt verður fyri í Glitnir leygarkvøldið 17. juni.
Bólkurin byrjaði fyrst í 80-árunum og spældi fyrstu ferð alment á vári 1985 og hevur sostatt meira enn 20 ár á baki.
Driv hevur altíð lagt seg eftir at spæla dansivinarligan tónleik, og tað munnu vera fá støð í Føroyum, har Driv ikki antin hevur spælt til almennan dans, veitslu, fødingardag, bygdastevnu ella okkurt heilt annað. Í 1991 spældi Driv t.d. til regatta tiltakið í Ishøj, eins og aðrastaðni í Keypmanahavn.
Tónleikastílurin hevur verið ein blanding av 60 ára, country & western og føroyskum slagarum. Í dag leggur bólkurin seg í høvudsheitinum eftir tí tónleikinum ein kallar New Country. Farið verður tó eisini í næstum undir at venja eina serstaka veitsluskrá, eins og 60 ára tónleikurin heldur ikki er lagdur heilt á hyllina.
Nakad av útskifting hevur verið gjøgnum tíðina. Talið av tónleikarum hevur ligið úr 4 upp í 6. Manningin í dag er henda Áki Andreasen sang og kassagittar, Rene Jespersen gittar, Anfinn Nielsen bass og Ólavur Magnusen trummur. Ætlanin er tó eisini at hava steel og tangentar við tá tørvur er ti. Leggjast kann afturat, at tónleikarnir eru teir somu sum eitt stutt tídarskeið í fjør vóru við til at manna  Countryorkestrið, m.a. til væleydnaða countrydansin í Høllini á Hálsi.