Tað er eftir øllum at døma ikki nógv nýtt at frætta í málinum um teir báðar varðhaldsfongslaðu og líkið av Birnu Brjánsdóttur, sum sunnudagin varð funnið við Selvogsvita.
Eftir at teir báðir skuldsettu eru avhoyrdir av nýggjum í gjár og fyrradagin, er íslendska løgreglan farin at taka saman um teir upplýsingar, sum fyriliggja í málinum. Sum skilst, eru ongar avhoyringar av varðhaldsfongslaðu ætlaðar at verða í dag.
Grímur Grímsson, kanningarleiðari hjá løgregluni, vildi í gjár ikki siga nakað serligt um, hvat komið er burtur úr nýggju avhoyringnum.
Fyrr í gjár segði hann seg ikki ivast í, at skógvarnir hjá Birnu Brjánsdóttur, sum vórðu funnir nær havnalagnum í Hafnarfjørðinum, eru lagdir har fyri at villleiða kanningararbeiðið hjá løgregluni. Men, tað er ógjørligt at prógva, at so er.
Kanningarleiðarin legði aftrat, at kavin undir skónum ikki samsvarar við veðrið, sum var um hesar leiðir, tá skógvarnir vórð funnir.
Í gjár varð eisini endaliga staðfest, at líkið, sum ein tyrla hjá sjóverjuni fann við Selvogsvita sunnudagin, er av Birnu Brjánsdóttur, og staðfest er eisini, at hin 20 ára gamla er dripin. Grímur Grímsson hevur áður hildið uppá, at unga kvinnan er dripin í reyða Kia bilinum, men hann hevur higartil ikki viljað upplýst, um vápn hevur verið brúkt.
Íslendska løgreglan arbeiðir framvegis við at greina, hvussu reyði Kia bilurin, sum varðhaldsfongslaðu høvdu leigað, hevur ferðast í tíðini millum klokkan 07 og 11 henda leygarmorgun, tá Birna Brjánsdóttur bleiv burtur.
Tað skrivar íslendska ríkisútvarpið - ruv.is - í morgun.